Hoppa yfir valmynd

Um aðalkonsulátið

Aðalkonsulát Íslands lat upp í Føroyum 1. apríl 2007.

Heimasíðan veitir upplýsingar um aðalkonsulátið, kunning og tænastu, hevur gagnligar upplýsingar og tilfar. Um tørvur er á at fáa nærri upplýsingar, ella at spyrjast fyri um eitthvørt evni, vinarliga setið tygum í samband við skrivstovu aðalkonsulátsins við at ringja, ella við skrivligum fyrirspurningi.

Aðalkonsulátið hjálpir íslendskum ríkisborgarum og fyrirtøkum í samskifum við myndugleikarnar, gevur upplýsingar um Ísland, umframt at taka lut í framløgum og tiltøkum, sum eru til gagns fyri land og tjóð.

Aðalkonsulát Íslands Tórshavn

Bústaður

Ydun, Reyngøta 9

FO-100 Tórshavn

Tel.: +298 30 81 00, +354 545 7480

Email: thorshavn[at]mfa.is

UPPLATINGARTÍÐ mánadag - fríggjadag 10:00 - 15:00

Aðalkonsulát Íslands TórshavnFacebook hlekkur
Personnel of the Consulate General of Iceland in Thorshavn

Aðalkonsul

Ágústa Gísladóttir

Íslendskir konslar í Føroyum

Ísland hevur havt mangar góðar umboðsmenn í Føroyum.

Fyrsti íslendski konsulin í Føroyum var framtaksmaðurin Páll Ólafsson. Hann varð settur í starv sum konsul 3. september 1947. Setanarbræv hansara hongur uppi á skrivstovu aðalkonsulátsins í Fútastovu, undirritað av Sveini Björnssyni, táverandi forseta Íslands, og Bjarna Benediktssyni, uttanríkisráðharra. Brævið er ein gáva til aðalkonsulátsins frá dóttur hansara, frú Ólöfu Pálsdóttur, myndhöggara.

Páll var føddur at Lundi í Lundareyjadali, 30. august 1887. Hann var sera dugandi handilsmaður og útgerðarmaður, fyrst í Íslandi og seinni í Danmørk. Hann flutti úr Danmørk til Føroya 1939 og dvaldi her til eftir seinni heimsbardaga. Kona Páls var Hildur Stefánsdóttir. Av børnum teirra kunnu nevnast døturnar Ólöf, sum fyrr er nevnd, gift Sigurði Bjarnsyni, blaðstjóra og sendiharra, og Ingibjørg, sum var kona Péturs Eggertz, sendiharra.

Páll Ólafsson var íslendskur konsul til1956, og eftir hann var Trygvi Samuelsen settur í starv. Hann røkt starvið í 29 ár. Trygvi var løgfrøðingur, sakførari og virkin politikari í Føroyum. Hann sat leingi á tingi fyri Sambandsflokkin. Fyrsta skeiðið var í 1943 – 1946. Seinni sat hann frá 1949 til 1974 út í eitt. Hann var býráðslimur í Tórshavn 1936 – 1964.

Í 1985 var Poul Mohr útnevndur íslendskur konsul í Føroyum. Hann gavst í tí starvinum 1. apríl 2007, tá ið skrivstova aðalkonsuláts Íslands varð latin upp við útsendum starvsmanni. Poul Mohr var, sum undangongumenn hansara, sera dugnaligur í starvi sum konsul Íslands í Føroyum, og hevur uttanríkistænastan nógv at takka honum og konu hansara, frú Onnu Mohr, fyri.

Síðan skrivstovan lat upp við útsendum starvsfólki úr uttanríkisráðnum, hava hesir starvast sum aðalkonslar í Føroyum:

2007-2009: Eiður S. Guðnason

2009-2011: Albert Jónsson

2012-2016: Þórður B. Guðjónsson

2016-2019: Pétur G. Þorsteinsson

2019-2022: Benedikt B. Jónsson

2022 - : Ágústa Gísladóttir

 

Contact us

Tip / Query
Spam
Please answer in numerics